Góðkend - Útgáva 3.0

Her verður kunnað um, hvussu tínar persónsupplýsingar verða nýttar í Samleikanum og um tíni rættindi í hesum sambandi.

1. Dátuábyrgdari

Gjaldstovan er dátuábyrgdari fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum í sambandi við nýtslu av Samleikanum.

Tú kanst seta teg í samband við Gjaldstovuna her:

Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
160 Argir
Føroyar
+298 35 24 00
gjaldstovan@gjaldstovan.fo

2. Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Endamálið við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum er at gera tað møguligt fyri teg at nýta Samleikan á nøktandi hátt.

Gjaldstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært:

3. Hvørjar persónsupplýsingar viðgerð Gjaldstovan

3.1 Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú stovnar Samleikan

Tá ið tú stovnar Samleikan, skalt tú geva okkum nakrar persónsupplýsingar. Við teimum vissa vit okkum um, at ikki onkur annar gevur seg út fyri at vera tú. Hetta er neyðugt fyri at skipanin kann virka trygt.

Hesar persónsupplýsingar skalt tú geva okkum:

Tá ið tú stovnar Samleikan, gevur tú samtykki til, at Gjaldstovan:

  1.  Útvegar sær persónsupplýsingar um teg frá Landsfólkayvirlitinum.

  2.  Eftirkannar hjá Akstovuni og Ríkispolitinum, um passið ella koyrikortið er í lagi.
    1. Akstovan upplýsir navn, mynd, undirskrift, føðingardag, føðistað, koyrikortnummar, útgávudag og gildisstøðu. Bert koyrikortnummarið verður goymt av Gjaldstovuni.
    2. Ríkispolitiið upplýsir navn, føðistað, tjóðskap, passnummar, koyrikortnummar, útgávudag, gildisstøðu møguligt CPR-nummar. Bert passnummarið ella koyrikortnummarið verður goymt av Gjaldstovuni.
  3.  Fær sjálvsmyndina samanborna við mynd á passi ella koyrikorti fyri at staðfesta rættleikan. Hetta er bert galdandi um tú stovnar Samleikan á netinum,
    1. Samanberingin verður gjørd av fyritøkuni Entrust, ið hevur dátusentur í Írlandi, og hagar verða upplýsingarnar um teg sendar.
    2. Talan er um sjálvsmyndina og um tær upplýsingar, sum standa á passi ella koyrikorti tínum.
    3. Upplýsingarnar verða bronglaðar, áðrenn tær verða sendar. Upplýsingarnar verða strikaðar hjá Entrust eftir 30 dagar.
    4. Gjaldstovan goymir úrslitið av kanningini av rættleikanum.
  4. Kann føra gerðalisti yvir nýtsluna av Samleika tínum. Sí meira um hetta í parti 3.3.: “Soleiðis føra vit gerðalista yvir tínar persónsupplýsingar, tá tú brúkar Samleikan.”

  5. Kann lata ávísar upplýsingar til triðjapart, um hesin nýtir Samleikan í talgildu tænastum sínum. Við orðið triðjapart er at skilja tænastuveitarar sum t.d. TAKS og peningastovnar. Sí meira um hetta í parti 4.: “Persónsupplýsingar ið verða sendar til tænastuveitarar (triðjapartar).”

3.2 Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú brúkar Samleikan til elektroniska eyðmerking

Tá ið tú brúkar Samleikan, viðgerð Gjaldstovan hesar persónsupplýsingar um teg:

3.3 Soleiðis føra vit gerðalista yvir tínar persónsupplýsingar, tá tú brúkar Samleikan

Tá tú brúkar Samleikan førir Gjaldstovan gerðalista yvir hesar hendingar:

Við “hending” verður skilt: Umsókn um Samleika, endurnýggjan av Samleika, nýtsla av Samleikanum og broytingar í persónsupplýsingum.

Gjaldstovan førir ikki gerðalista yvir innihald í tænastum, sum tú ritar inn í.

Tú kanst síggja gerðalista yvir tínar hendingar á sjálvgreiðslusíðuni, www.vangin.fo.

3.4 Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú undirskrivar skjøl við Samleikanu

Tá ið tú undirskrivar eitt skjal við Samleikanum, verða persónsupplýsingar knýttar til skjalið, ið tú undirskrivar. Hesar eru:

Tekniskt fer elektroniska undirskriftin við Samleikanum fram í umhvørvi hjá undirveitara hjá Gjaldstovan, ið hevur dátusentur í Noregi. Alt samskifti er bronglað undir flutningi.

Hvørki Gjaldstovan ella undirveitarin goyma eintak av undirskrivaða skjalinum, eftir at undirskriftin er framleidd.

Ein tekniskur gerðalisti um undirskriftina verður goymdur í eitt ár. Endamálið við hesum er at sanna eina ávísa undirskrift ella at loysa møguligt ivamál, ið er komið eftir at undirskriftin er framleidd.

3.5 Soleiðis viðgera vit persónsupplýsingar, tá ið tú váttar transaktiónir við Samleikanum

Tá ið tú váttar eina transaktión (t.d. eina peningaflyting) við Samleikanum, verða persónsupplýsingar knýttar til transaktiónina, ið tú váttar. Hesar eru:

Gjaldstovan hevur onga atgongd til innihaldið (t.d. upphædd ella móttakara av peningaflytingini) í transaktiónini, ið tú váttar.

Ein tekniskur gerðalisti um transaktiónina verður goymdur. Endamálið við hesum er at sanna eina ávísa váttan ella at loysa møguligt ivamál, ið er komið eftir at váttanin er framleidd.

4. Persónsupplýsingar ið verða sendar til tænastuveitarar (triðjapartar)

Tá tú brúkar Samleikan á tænastu hjá triðiparti, t.d. hjá TAKS ella einum peningastovni, letur Gjaldstovan triðjapartinum ávísar upplýsingar um teg. Hetta gera vit fyri at tú kanst nýta Samleikan í tænastuni hjá triðjapartinum og fyri at vissa okkum um, at onnur ikki geva seg út fyri at vera tú.

Vit geva triðjapartinum hesar persónsupplýsingar um teg:

P-talið verður latið øllum tænastuveitarum, sum sambært grein 4 og 5 í lóg um talgildan samleika nýta Samleikan til elektroniska eyðmerking.

5. Hvussu leingi goymir Gjaldstovan tínar persónsupplýsingar

Eftir at tú hevur strikað teg sum brúkara av Samleikanum, goymir Gjaldstovan persónsupplýsingar tínar í sjey ár. Tá verða upplýsingarnar strikaðar. Talan er um tær persónsupplýsingar, sum tú upplýsti, tá ið tú stovnaði Samleikan, og um gerðalistan yvir tínar hendingar, meðan tú brúkti hann.

6. Tíni rættindi

Tú hevur sambært galdandi lóggávu ymisk rættindi í sambandi við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Set teg í samband við Gjaldstovuna, um tú ynskir at brúka tíni rættindi. Hetta kann t.d. vera:

Innlit
Tú hevur rætt til at fáa innlit í, hvørjar persónsupplýsingar verða viðgjørdar um teg.

Rættingar
Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar rættaðar.

Strika
Í ávísum førum kanst tú fáa tínar persónsupplýsingar strikaðar innan freistina ásett í pkt. 5.

Tú kanst lesa nærri um tíni rættindi í lóg um vernd av persónsupplýsingum og heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, www.dat.fo.

7. Klagur

Tú kann klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja tær. Upplýsingar, um hvussu samband fæst við Dátueftirlitið, eru at finna á heimasíðuni www.dat.fo.